Jenis av Rana vil burtur úr donsku grundlógini

- Tað hevði verið vælsignað, um vit kundu flutt okkum út um grundlógina og fingu loyst nakrar trupulleikar, sum danir annars brúka grundlógina sum umbering fyri ikki at vilja loysa, sigur Jenis av Rana.

 

##med2##

 

Trine Bramsen er ikki longur verjumálaráðharri í donsku stjórnini. Nýggjur verjumálaráðharri er Morten Bødskov. Trine Bramsen ætlaði sær fleiri ferðir til Føroya, men hon kom ongantíð. Í tíðindunum á FM1 á miðdegi í dag skifti Árni Gregersen orð við føroyska uttanríkisráðharran, Jenis av Rana. Her varð hann fyrst spurdur, hví Trine Bramsen ongantíð kom til Føroya? 

 

- Ta einu ferðina var tað, at flogfarið hjá verjuni, sum tey vóru við, ið ikki fekk lent í Føroyum. So var tað korona og triðju ferð, ferðin varð av ongum, var tað orsakað av kreppuni í Afganistan.

Jenis av Rana sigur, at Trine Bramsen hevur familjuviðurskifti í Føroyum, og tað er eisini hetta, sum hevur havt týdning fyri, at hon so gjarna vildi koma til Føroya. Sjálvur segði hann seg vóna, at nú fyrrverandi verjumálaráðharrin einaferð fær høvi at koma til Føroya kortini.

Morten Bødskov er nú danskur verjumálaráðharri. Men, hvat kennir so føroyski uttanríkisráðharrin til nýggja danska ráðharran?

- Eg kenni ógvuliga lítið til mannin, men eg veit, at hann er ein róligur maður við drúgvum royndum. Men, eg fari at sakna Trine Bramsen. Tað hevur verið lætt at samskift við hana, og hon hevur verið ógvuliga áhugað í teimum viðurskiftum, vit hava havt til felags, og hon hevur verið blíð og fyrikomandi. Tað verður saknur í henni, men eg trúgvi, at tað eisini fer at ganga væl at samskifta við Morten Bødskov sum verjumálaráðharra.

Men, liggur tað so í kortunum, at Morten Bødskov kemur til Føroya í staðin fyri Trine Bramsen?

- Nú er hetta so nýtt, so tað dugi eg einki at siga um. Vit hava eitt mál, ið er radaramálið, sum ikki er loyst, men sum er komið væl ávegis. Tað verður so við nýggja verjumálaráðharran, eg komi at samskifta við framyvir. Eg trúgvi neyvan, at hann kemur til Føroya - ella, at eg fari til Danmarkar - í hesum sambandi, sigur Jenis av Rana. 

Jenis av Rana segði við FM1 á middegi í dag, at radaramálið er á veg úr uttanlandsnevndini.

- Møguliga skal eg í uttanlandsnevndina í komandi viku at svara nøkrum spurningum, men eg vóni, at eg fái svar frá uttanlandsnevndini, tá vikan er farin. 

Men, væntar Jenis av Rana, at tað fer at seinka málinum, at danska stjórin nú hevur fingið nýggjan verjumálaráðharra?

- Eg dugi als ikki at ímynda mær, at skiftið verður nakar trupulleiki. Radaramálið liggur í Føroyum, og hetta er ein avgerð, sum skal takast í Føroyum, og avgerðin skal faktiskt bara fráboðast donsku stjórnini. 

Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur fingið tað lyfti, at verður tað eitt nei úr Føroyum - ja, so verður tað virt av donsku stjórnini.

- Verður tað hinvegin eitt ja, hava vit longu samráðst so mikið, at meginparturin er komin upp á pláss. Nú bíði eg eftir, hvat uttanlandsnevndin fer at koma við, og eg fari sjálvandi at taka atlit til alt tað, tey biðja meg - ella ynskja - um tey hava ynski.

Í samrøðu við danskt tíðarrit verður Jenis av Rana endurgivin fyri at siga, at slík mál millum Føroyar og Danmark kunnu strammst so nógv til, at hesi málini mugu loysast uttan fyri grundlógina, sum hann tekur til - og at tað kanska kann gerast neyðugt onkusvegna at loysa upp millum Føroyar og Danmark.

- Eg veit ikki júst, um radaramálið kann gerast til eitt slíkt mál, men tað hevði verið vælsignað, um vit kundu flutt okkum út um grundlógina og fingu loyst nakrar trupulleikar, sum danir annars brúka grundlógina sum umbering fyri ikki at vilja loysa, segði Jenis av Rana við FM1 í dag. 

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ovast, kanst tú hoyra, hvat Jenis av Rana segði við FM1.

 

##med3##

 

Morten Bødskov er nýggjur verjumálaráðharri í donsku stjórnini.