Jenis av Rana verður kanska bjargaður undan trupulleikanum

Soleiðis umhugsar løgmaður at loysa knútin

Løgmaður umhugsar at sleppa Jenisi av Rana undan eini avgerð, sum gongur hansara samvitsku so nær, at hann ikki vil taka hana

Nú verður Jenis av Rana, landsstýrismaður, kanska bjargaður undan einum trupulleika, hann leingi hevur havt. Tað er nevniliga aftur málið um sammøður, sum liggur í buktini.

 

Nú er nakað síðani at sammøður fingu sama rætt til gjald úr barsilsskipani, sum onnur foreldur. Men síðani hevur spurningurin tikið seg upp, um børn eisini kunnu fáa eftirnavnið á síni sammóður.

 

Landsstýrismaðurin, sum umsitur navnalógina, Magnus Rasmussen, sigur, at lógin skal tulkast soleiðis, at sammøður hava akkurát sama rætt sum øll onnur foreldur. Sostatt kunnu børn fáa eftirnavnið á sammóður síni.

 

Men Umhvørvisstovan, sum umsitur navnalógina fyri landsstýrismannin, hevur eina heilt aðra støðu, tí tey siga, at tað er neyðugt at broyta navnalógina fyri at børn kunnu fáa navnið á sammóður síni.

 

Tað eru prestarnir, sum føra kirkjubøkurnar og Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at hann gevur ikki prestunum boð um at broyta mannagongd, fyrr enn hann fær boð um tað frá ovasta myndugleika fyri kirkjuni, sum er Jenis av Rana, landsstýrismaður í kirkjumálum.

 

Bárður á Steig Nielsen staðfestir, at tað er landsstýrismaðurin á økinum, Magnus Rasmussen, sum ger av, hvussu lógin skal tulkast og sostatt skulu børn hava rætt til at fáa navnið á sammóður síni.

 

Les meiri her: Ósemjan verður loyst fyrsta dagin

 

Men løgmaður sigur, at Jenis av Rana hevur boðað frá, at tað verður ikki hann, sum gevur fólkakirkjuni boð um at broyta mannagongdina, tá ið nøvn verða førd í kirkjubókina, so at børn kunnu fáa navnið á sammóður síni.

 

Nú hevur Hervørt Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt løgmann, hvussu hann ætlar at loysa málið.

 

Løgmaður sigur, at mál sum eru liggja í tveimum ymsum stjórnarráðum, taka altíð sína tíð at avgreiða endaliga. Men tað skilst, at løgmaður ætlar ikki at geva Jenisi av Rana kravboð um at loysa málið og at geva biskupi boð um, at kirkubøkurnar skulu førast soleiðis, at børn kunnu fáa eftirnavnið á sammóður síni.

 

Tvørtur ímóti sær út til at hann gevur Jenisi av Rana eina bjargingarlínu, so at hann sleppur undan geva biskupi eini boð, sum stríða so nógv ímóti hansara samvitsku, at hann ikki vil geva boðini.

 

Løgmaður sigur nevniliga, at hann umhugsar at flyta hetta ávísa málsøkið frá Jenisi av Rana og leggja tað undir ein annan landsstýrismann, tí so kann biskupur fáa boð frá landsstýrismanninum, sum umsitur málsøki.

 

Ella sum løgmaður sigur: Í løtuni verður umhugsað málsøkisflyting, har tað verður meira eintýtt, hvussu kirkjubókaføring skal skipast í mun til navnalóggávumyndugleikan.

 

Løgmaður umhugsar at sleppa Jenisi av Rana undan eini avgerð, sum gongur hansara samvitsku so nær, at hann ikki vil taka hana