Jenis av Rana tekur avgerðina í morgin

TRÚVIRÐI Tað er møguligt, at tað fer at skaða mítt trúvirði, at eg verði verandi í samgonguni, men avgerðin er ikki tikin enn, sigur Jenis av Rana

Jenis av Rana og Miðflokkurin eru enn í samgonguni.
Jenis av Rana hevði annars ávarað um, at hann fór úr samgonguni, varð uppskotið um at skerja ALS, samtykt.
Hann kundi heldur ikki góðtaka, at tað stendur í játtanarkarmunum, at samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin næsta ár og at játtanin til útbúgving verður skerd.
Men áðrenn Løgtingið fór til hús í hóskvøldið, hevði tað bæði samtykt at skerja ALS tað hevði samtykt játtanarkarmarnar óbroyttar.
Kortini gjørdu teir báðir tinglimirnir í Miðflokkinum av at atkvøða ímóti at skerja ALS.

Ávarðingin hjálpti
Men Jenis av Rana staðfestir at hann er framvegis í samgonguni, hóast samgongan ikki rættiliga hevur tikið hansara ávaring til eftirtektar.
Men tað er ikki vist, at hetta er ein varandi støða, tí týsdagin skal Miðflokkurin hava fund um støðuna og tá verður ein avgerð tikin.
Men Jenis av Rana sigur, at hóast tað varð samtykt at skerja ALS og hóast játtanarkarmarnar vórðu samtyktir, er ymiskt hent tað seinastu tíðina, sum ber í sær, at ávaringin frá Miðflokkinum hevur havt sína ávirkan.
- Allir politikarar hava nú tikið frástøðu frá ætlanini at hækka pensjónsaldurin, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur eisini, at Miðflokkurin hevði fund í gjár og har varð samtykt, at flokkurin skuldi ikki taka undir við at skerja ALS.
- Tískil atkvøddi Miðflokkurin ímóti uppskotinum hjá samgonguni um at skerja ALS.
- Hinvegin hava vit fingið lyfti um, at reglan um karendsdagar skal nágreinast í eini kunngerð, so at tað ikki rakar tey, sum ætlanin ikki var at raka.
Karendsdagarnir eru settir í verk fyri at forða fyri misbrúki, har fólk ferðast inn og út úr ALS, men nú skulu reglar gerast, so at tað ikki eisini rakar tey veruliga arbeiðsleysu.
Vit hava eisini fingið lyfti um, at loftið fyri inngjaldi skal hækkast upp ígjøgnum.
Tá ið inngjaldið varð 1%, rindaði ongin inn í ALS av inntøku omanfyri 650.000 krónur.
Men nú inngjaldið hækkar upp í 1,25%, verður øll inntøka omanfyri 520.000 krónur frítikin fyri at rinda inn í ALS.
- Vit hava fingið lyftið um, at tað hámarkið skal hækkast upp í milliónaklassan so at øll í veruleikanum rinda til ALS av allari sínari inntøku.

Samgongan snarað
Jenis av Rana sigur, at fyribils er Miðflokkurin sostatt í samgongu, men at ein avgerð verður tikin týsdagin.
Hann ásannar, at flokkurin ger meiri nyttu innanfyri, tí tað skerst ikki burtur, at samgongan er snarað nøkur stig aftur tann sosiala vegin.
Tú hevur boðað frá, at tú fert úr samgonguni, um so var, at viðurskiftini hjá Arbeiðsleystum versna. Nú er greitt, at tey fara at versna. Hevur tú ikki sett títt trúvirðið í vanda við ikki at fara úr samgonguni?
- Úr samgonguni kunnu vit altíð fara, tí tað er nógv tað lættasta. Men eitt sjónarmið er so tað, at vit gera størri nyttu innanfyri, har vit kunnu forða fyri, at politikkurin verður alt ov ósosialur.
- Tí lurti eg eisini eftir teimum, sum halda, at vit eiga at síggja tíðina ann.
- Úr samgonguni kunnu vit altíð fara!
- Tað er møguligt, at tað skaðar mítt trúvirði, men vit hava havt okkara ávirkan og tey atlit má eg eisini taka, sigur Jenis av Rana.
- Men eg má viðganga, at ónøgdin við samgonguna er ómetaliga stór, eisini hjá leiðslu og stuðlum floksins, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Ósemja kann beina fyri Miðflokkinum