- Eg skilji ikki, at løgtingislimir í samgonguni, tíma hetta.
Tað segði Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum er í samgongu.
Løgtingið hevur nú felt uppskotið hjá Kristinu Háfoss um at seta eina varskógvaraskipan í verk fyri almenn starvsfólk, har tey dulnevnd kunnu boða frá óreglusemi á arbeiðsplássunum.
Men tað hevur verið frammi, at samgongan hevur gjørt av, at uppskot frá andstøðuni skulu ikki samtykkjast uttan so, at samgongan er fullsamd um tað. Og hetta málið er hon ikki fullsamd um.
Nógv í samgonguni siga, at uppskotið er óneyðugt, tí starvsfólk hava ríkiligt av møguleikum at gera vart við seg.
Tey hava eitt grundlógartryggjað talifrælsi og tey hava løgtingsins umboðsmann. Tey kunnu fáa onkran at biðja um alment innlit, ella tey kunnu fáa ein politikara at taka málið upp.
Jenis av Rana, heldur, at skilir ikki, at tinglimir í samgonguni tíma at vera ímóti einum máli, sum hesum.
Hann undrast á, at tað ikki er eitt niðara mark fyri, hvat tinglimir í samgonguni vilja seta seg ímóti av uppskotum frá andstøðuni.
- Hetta er eitt lítið mál, sum kortini hevur stóran týdning.
- Serliga í einum máli, eg haldi, hvør einasti ein av okkum, tekur undir við. At tit tíma at gera hetta til ein trupuleika, tað skilji eg ikki, sigur Jenis ev Rana.
Men Jenis av Rana ivast ikki í, at so títt og knapt, løgtingsval hevur verið seinni í ár, verður tað samtykt, at seta eina varskógvaraskipan í verk.
Hann sigur, at hetta snýr seg ikki um teir møguleikar, almenn starvsfólk longu hava.
- Hetta snýr seg um at tryggja tey almennu starvsfólk, sum boða frá óreglusemi, sigur hann.
Hann vísir til fyrrverandi fíggjarstjóran á Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, sum segði frá. Men tann einasti taparin, sum stóð eftir, var nettupp hann, tí hann misti starvið.
Jenis av Rana avsannar kortini, at tað er ein avgerð í samgonguni at fella øll uppskot hjá andstøðuni. Men hann skilir ikki, hvussu samgongan kann vera móti at verja almennu starvsfólk, sum boða frá óreglusemi.
Hinvegin staðfesti Jákup Mikkelsen, at samgongan hevur avrátt, at mál skulu ikki fremjast, sum samgongan ikki er samd um.
Men tá ið avtornaði, og løgtingið skuldi atkvøða, var Jenis av Rana kortini trúgvur ímóti samgonguni, og atkvøddi ímóti málinum – sum hann annars sigur, at hann tekur undir við.










