Jenis av Rana skapar ótta og ótryggleika

Hetta er politiskur sensurur og tað hoyrir ikki heima í einum fólkaræði

Her er tað sjónvarpsrøðin,Trom, sum verður tikin upp í Havn

Hetta er politiskur sensurur, sum ikki hoyrir heima í einum demokratiskum samfelag. Tað sigur Felagið Føroysk Filmsfólk, nú Jenis av Rana, fyri fyri aðru ferð, ikki hevur fylgt tilmælinum frá ráðgevunum um, hvør filmur skal hava stuðul.

 

Tey siga, at sosatt er ein fyrisitingarlig siðvenja brotin, og prinsippið um, at listin ikki skal stýrast politiskt, er ikki longur galdandi.

 

Tey vísa á, at tað er dýrt at gera film og føroysk fílmsfólk dúva á stuðul frá játtanini, sum er sett av á fíggjarlógini til film. At landstýrisfólk skúgvað fakligu tilmælini til viks, skapar ótta og ótryggleika, siga tey í Felagnum Føroysk Filmsfólk

 

– Vandi er fyri at filmsfólk framyvir fara at tillaga handrit og umsóknir sínar, tí tey eru bangin fyri at landstýrisfólkið noktar stuðul, um innihaldið ikki passar til hansara, ella hennara, politisku, átrúnaðurliga, sosialu hugsjón og virði.

 

At stýra innihaldinum í list varð nógv brúkt í Sovjett og øðrum einræðislondum. Hetta er sanniliga nakað vit ikki mugu fara lætt um, halda tey.

 

Tey siga, at hin fría listin er ein týðandi og berandi táttur í okkara samfelag, og vit eiga at virða og verja hana, eins og vit virða og verja eitt fjøltáttað fólkaræði, ið tekur fyrilit og atlit til øll menniskju.

 

– Stuðul frá filmsjáttanini er ein fyritreyt fyri at fáa fígging aðrastaðni, og um føroysk filmsfólk skulu leita sær høvuðsfígging úr td. Danmark, verður kravt, at verkætlanin er tengd at danskari mentan og máli, og at játtaði stuðulin verður nýttur í Danmark. Hetta hevur við sær, at føroyska mentanin, og móðurmál okkara, mugu lúta. Í ringasta føri leita filmsfólk sær av landinum at gera film, sigur felagið.

 

Tey halda, at nú er tíðin búgvin til at játtanin til film verður løgd í eina tryggari legu, og verður løgd í ein grunn, so tað framyvir eru faklig, og ikki politisk, atlit, ið avgera hvussu stuðul verður býttur.

 

Tí heita tey staðiliga á allar politikarar, og serliga á samgonguna, um verja tað listarliga frælsi og at leggja filmsjáttanina um til ein grunn, ið skapar tryggar karmar fyri eini blómandu filmsvinnuna.

 

Tey í Felagnum Føroysk Filmfólk, eru Maria Winther Olsen, Ingun í Skrivarastovu, Anton Petersen, Jonas í Dali Wagner og Terji Mohr.

 

Her er tað sjónvarpsrøðin,Trom, sum verður tikin upp í Havn