Jenis av Rana og gement tjóvarí

Nú sam­gong­an og Mið­­flokk­ur­i­­­n ætla at taka av javn­ing­­in­a av pen­sjón­um – tað merk­ir, at pen­sjónirnar standa í stað, so fleiri pengar verða til skattalættan, sum tey væl­bjargaðu skulu fáa næsta ár, so er áhugavert at hyggja í Løgtingstíðindi at frætta, hvussu menn hava skift meining.

Í 2010 var sama mál fyri á tingi. Hetta var løgtingsmál nr.: 18/2010:

Hetta var í teirri tíðini, tá Jenis av Rana vardi tey á teimum niðaru rókunum. Hansara viðmerking var, at hetta var »gement tjóvarí, tí man torir ikki at fara á ovastu røkurnar...«

Seinni í orðaskiftinum mælir Jenis av Rana til, at tinglimir heldur lækka sínar egnu lønir – at hjálpa Jenis kemur Kári Post til hjálpar og heldur, at tinglimir høvdu víst viðring, um teir lækkaðu sínar egnu lønir eitt nú fimm prosent.
Mangt broytist á mansins ævi!