Jenis av Rana fer at gera broytingar í Kringvarpinum

Broytingarnar skulu setast í verk eftir ólavsøku, sigur hann

Kringvarpið skal broytast, og tær broytingarnar verða settar í verk eftir ólavsøku. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Beinta Løwe, tingkvinna, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir hann hevur við kringvarpinum og Jenis av Rana sigur, at fleiri broytingar verða umhugsaðr.

Eitt, hann ætlar sær, er at tosa við Kringvarpið um ætlanina, Kringvarpið sjálvt hevur havt, um at hava fleiri sendingar kring landið, tí har er lítið og einki hent, sigur hann.

Hann ætlar eisini at broyta lýsingapolitikkin við tí endamáli at fáa lýsingarnar heilt burtur úr almenna kringvarpinum.

– Hetta vil styrkja lýsingarmøguleikarnar hjá frælsum kringvarpum og fíggjarmøguleikarnar hjá lýsingarvirkjum, sigur landsstýrismaðurin-

Hann ætlar sær eisini at eftirmeta mátan, stýrið fyri Kringvarpið er samansett upp á, soleiðis at tað verður avpolitiserað- og meiri professionelt.

Samstundis er ætlanin at eftirmeta gjaldið til Kringvarpið, har eitt av endamálinum er at smærri vinnuvirki sleppa bíligari, men ætlanin er ikki at geva øðrum miðlum ein part av kringvarpsgjaldinum.

Hinvegin hevur hann ikki tikið støðu til um Kringvarpið aftur skal skiljast sundur í tvær deildir, eina deild fyri útvarp og eina deild fyri sjónvarp.