Jenis av Rana angrar at hann góðtók fíggjarlógina

?Príshækkingin hjá Strandferðsluni er ein avleiðing av at fíggjarnevndin tók landsstýrið av ræði, men hetta verður ikki tað einasta, sigur Jenis av Rana

Ferðaseðlaprísir

?Eg má siga, at eg eri farin at angra, at eg atkvøddi fyri fíggjarlógini.
Samgongutingmaðurin, Jenis av Rana, staðfestir nú, at hann skuldi ikki havt góðtikið fíggjarætlanina, sum hann annars var við til at samtykkja beint fyri jól.
Hevði Jenis av Rana ikki atkvøtt fyri fíggjarlógini, hevði hon uttan iva verið feld og so kundi mangt verið øðrvísi.
Tað, sum fær samgongutingmannin at taka soleiðis til, er ætlanin at hækka prísirnar hjá Strandferðsluni.
Og hann leggur afturat, at tað eru fleiri aðrir tinglimir úr samgonguni, sum eisini iðra seg um, at teir lótu fíggjarlógina sleppa ígjøgnum Løgtingið í tí líki hon er í nú.

Misálit á landsstýrinum
Jenis av Rana sigur, at ætlaða príshækkingin hjá Strandferðsluni er ein avleiðing av, at tinglimirnir hjá samgonguni í fíggjarnevndini rætt og slætt tóku landsstýrisfólkini av ræði.
?Landsstýrisfólkini hjá samgonguni høvdu lagt eina fíggjarætlan, við teimum upphæddum, sum tey hildu vera neyðugar, men kortini skarvar sama samgonga í fíggjarnevndini heilt munandi av hesum upphæddum.
Avleiðingin er, at nú manglar í á ymsum økjum og tað er onki at ivast í, at tað kemur at vera brúk fyri nógvum eykajáttanum í hesum árinum.
?Samstundis var tað eitt misálit av teimum heilt stóru, sum meirilutin í fíggjarnevndini vísti sínum egnu landsstýrisfólkum, tá ið hann skarvaði so nógv burturav játtanunum, sum landsstýrisfólkini høvdu sett á.
Hann sigur, at tí er tað ikki bara hann av tinglimunum hjá samgonguni sum nú angrar, at tey lótu meirilutin í fíggjarnevndini sleppa so lætt, tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar.
?Vit skuldu havt kravt álitið hjá fíggjarnevndini til viðgerðar í samgonguni, sigur Jenis av Rana, tí hann sær fyri sær, at fíggjarlógin fer at elva til stórar trupulleikar í samgonguni.

Missa álitið
Jenis av Rana heldur, at samgongan kann ikki loyva sær at hækka prísin á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni.
?Hendir tað, er vandi fyri at fólk missa álitið á tí útjaðarapolitikki og útoyggjapolitikki, sum samgongan hevur sett sær fyri at føra, sigur tingmaðurin fyri miðflokkin, tí hetta er í andsøgn við tað.
Hann sigur, at miðflokkurin hevur sent Løgmanni og landsstýrismanninum í vinnumálum skriv, har flokkurin ger sína meting greiða.
Miðflokkurin hevur hug at samanbera hetta málið við undirsjóvartunnilin.
?Tá ið mett varð, at prísurin at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin var ov høgur, tók samgongan málið upp og landsstýrismaðurin fór upp í málið. Tað endaði við, at prísurin lækkaði munandi.
Jenis av Rana heldur, at hetta eigur eisini at vera mannamongdin hesuferð.
Var upprunaligi prísurin at koyna undir Vestmannasundi ein vanlukka fyri vágafólk, eru ætlaða príshækkingin hjá Strandferðsluni eisini ein vanlukka fyri útjaðaran.
Hann sigur, at uttan iva kunnu nógvar orsøkir vera til at siga, at hesi bæði málini kunnu ikki samanberast.
?Men tað kann samanberast á ein hátt og tað er, at talan er um borgarar í sama landi sum skulu hava møguleikan at ferðast til og frá og tað ber ikki til at gera mun á fólki, alt eftir, hvar tey búgva.
Miðflokkurin hevur onki ímóti, at Strandferðslan fær eina eykajáttan fyri at sleppa undan at prísirnar hækka.
Tí hevur miðflokkurin heitt á Løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja málið um príshækkingar hjá Strandferðsluni fyri sammgonguna.