Jenis arvar Gerhard

Uppgerðin í Javn­að­ar­flokk­i­num kann nú føra til, at Mið­flokk­­ur­in veksur 50 prosent í ting­man­n­a­tali.

Sambært útsøgnunum hjá Ger­hardi Lognberg, so ætl­­ar hann sær annaðhvørt í Mið­flokkin ella í Sam­bands­flokk­in. Hann hevur í fleiri sam­røðum sagt, at málið um at víga samkynd hevur havt størstan týdning, nú Javn­að­ar­flokk­u­r­in valdi at koyra hann úr flokk­i­num.

Hóast hetta man vera ein gud­i­ligur sannleiki við rættiliga stórum modi­fik­a­tión­um, so er tað júst guds­trúgv­in, sum kann tryggja Ger­hardi Lognberg ein sess millum Jens og Bill í løg­ting­i­num. Í Miðflokkinum er vítt til veggja og høgt til loftið, tá tað snýr seg um politikk. Tú kanst verða sos­­­i­­a­l­­ist­­ur, sum Jen­­is og fólk­a­­floks­­mað­­ur sum Bill og so alt, sum har í­mill­um. Bara tú trýrt upp á Gud, so er pláss í Mið­flokk­inum, tí tað er jú tað, sum tað heila snýr seg um, sam­bært teim­um.

Vilja teir kortini ikki hava Ger­hard, so hevur hann eis­ini glopp­að dyrn­ar í Sam­bands­flokk­i­num eitt nú við at tosa so pent um løgmann.

Men ávirkan fær Ger­hard kort­ini ikki. And­støð­an stend­ur helst sterk­ari, um færri standa sam­an.

Samgongan hevur rík­i­ligt av at­kvøðu­neyt­um framm­an­und­an, tí Fólka­flokk­ur­in hev­ur longu reinan meiraluta á tingi.