Jenis: 266b hevur brynjað okkum

Ikki óvæntað fekk málið um 266b umrøðu í formansfrágreiðingini hjá Jenisi av Rana, og formaðurin vísti á, at einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt Í formansfrágreiðing síni nam Jenis av Rana fyrst við týdningin av at hava ein decideraðan kristiligan flokk.

Royndir vísa, at tað kann geva meining at gera sína meining galdandi í sínum egna flokki, men tað røkkur ikki, tá saman um kemur, segði Jenis av Rana.

Og síðani kom hann inn á málið um 266b, og hvussu limir í etableraðu flokkunum tá »bukkaðu undir«. Hann segði, at tað ikki neyðturviliga vóru tey, ið atkvøddu fyri, sum sviku, men kanska heldur tey, ið ikki atkvøddu ímóti.

Men kanska tað ikki var heilt til fánýtis, at soleiðis gekst við tí uppskotinum, tí Jenis metir, at tey nú eru betur brynjað ímóti tí, sum kemur næst, eitt nú giftarmál í kirkju ella ættleiðing.

Formaðurin nýtti eisini høvið at minna fundarfólkið á, at hann var hin einasti, ið atkvøddi ímóti, tá uppskotið um at privatisera Føroya Banka var fyri á tingi.

Eitt annað av hjartamálum floksins er fosturtøka, og fekk hetta mál sjálvandi eisini rúmd í formansfrágreiðingini. Jenis mælti til, at júst hetta mál verður ein sentralur spurningur í komandi valstríði. Í hesum sambandi nevndi hann støðuna í Kina, har foreldur bert sleppa at fáa eitt barn, og har fosturvatnskanningar avdúka kynið. Um talan er um gentu, verður fosturtøka framd.

Familjupolitikkur er annað týðandi mál fyri flokkin, og har er niðurstøðan greið: Samgongan hevur ongan! Viðgerðartrygd, trygd fyri bústaði, trygd á ellisárum og virðilig pensjón eru mál, ið liggja flokkinum nær, men sum samgongan fullkomiliga forsømir.