Jelved mentamálaráðharri

Í Danmark hevur radikali flokkurin gjørt av at lata Marianne Jelved taka við sum mentamálaráðharri eftir Uffe Elbæk, sum legði frá sær í gjár.

Marianne Jelved, sum er útbúgvin lærari, er ein garvaður politikari. Hon varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í 1987, og í 1993 kom hon í søgubøkurnar sum tann fyrsti kvinnuligi búskaparmálaráðharrin. Árið eftir gjørdist hon eisini varaforsætisráðharri. Tað seinasta árið hevur hon verið formaður í tí radikala tingbólkinum.

Marianne Jelved er 60 ára gomul.