Russland hevur heiðrað fyrrverandi forsetan Boris Jeltsin við at lata stovna ein bókasavn í hansara navni Í Russlandi hevur tann politiska leiðslan gjørt av at heiðra landsins fyrsta forseta, Boris Jeltsin sála, við at ogna minni hansara eitt nýtt bókasavn í Sankta Pætursborg.
Tað var Dmitrij Medvedev, forseti, sum alment lat bókasavnið upp á gjár. Á savninum eru 40.000 bøkur og lutir, sum lýsa russisku søguna frá zartíðini til dagin í dag.
Boris Jeltsin er ikki so avhildin allastaðni í Russlandi, tí nógvir russar halda, at hann setti ov nógva ferð á nýskipaninar, og at tað koyrdi nógv fólk út í fátækradømi. Hinvegin verður hann mettur sum hetja í Ural-økinum, haðani hann var ættaður.









