Jeffrei og Kirstin Henriksen gullbrúdleyp

Sunnudagin 5. september 2004 hava hjúnini Kirstin og Jeffrei Henriksen á Strondum gullbrúdleyp.

Kirstin og Jeffrei eru bæði lærarafólk, tey hittust, tá tey gingu á Føroya Læraraskúla, har tey tóku prógv í 1950.

Meðan Jeffrei var lærari í Bø og Gásadali frá 1950-55, var Kirstin lærari í Havn, á Strondum, í Norðradali og Syðradali hesa tíðina.

Tey giftust í 1954 og búðu á Eiði frá 1955 til 1960, har Jeffrei var lærari.

Í 1960 fluttu tey til Havnar at búgva, tá Jeffrei fekk starv í Tórshavnar Kommunuskúla. Í 1963 fluttu tey í nýggj hús undir Varða í Havn.

Tá Venjingarskúlin var liðugur, varð Jeffrei settur sum skúlastjóri har í 1968. Hetta starv røkti hann til 1981. Hann undirvísti eisini á Føroya læraraskúla frá 1968 og sum lektari frá 1981-95.

Jeffrei var eina tíð limur í Tórshavnar skúlaráð og limur í málnevndini. Hann var við til at stovna Skúlabókafelagið í 1963, og hevur hann lagt hópin av føroyskum bókum og ritum til rættis, serliga lesibókum og mállærum.

Kirstin er ættað av Strondum, dóttir Louisu, f. Hansen, og Sofus Jensen.
Jeffrei er ættaður úr Sørvági, sonur Josefine, f. Johansen, úr Sørvági og Jóhan Jákup Henriksen, ið var ættaður úr Gásadali.

Kirstin og Jeffrei eiga døturnar: Elin, ið er lærari á Strondum, og Hervør, ið er lærari í Miðvági. Eisini eiga tey seks ommu- og abbabørn og fimm langommu- og langabbabørn.

Heimið hjá Kirstin og Jeffrei hevur altíð verið opið fyri familju og vinum, sum eisini ofta hava gist hjá teimum, serliga fyrr tá ferðasambandið ikki var so væl útbygt, sum tað er í dag.

Seinnu árini hava tey búð á Strondum, har tey hava seyð og jørð.

Dagurin verður hildin saman við familjuni.