-Tær seinastu vikurnar hava verið ræðuligar, segði Joe Stawara við tíðindastovuna AP í gjár. Hann eigur eitt frítíðarøki á leiðini, har Jeanne herjaði sunnudagin. Tá hann gjáramorgunin fór at vita, hvussu vorðið var, lógu 232 oyðilagdir húsvognar og sløgdust á økinum.
Myndugleikarnir søgdu í gjár, at Jeanne hevði kravt minst seks mannalív. Frammanundan hevði hon kravt minst 1500 mannalív í Haiti og 24 í Dominikanska Lýðveldinum.
Í Florida oyðilegði ódnin fleiri hús, og meiri enn ein millión fólk høvdu mist streymin. Mong teirra høvdu heldur ongan streym frammanundan, tí elveitingin fór, tá ódnin Ivan herjaði har fyri trimum vikum síðani.
Myndugleikarnir í Florida siga, at ódnirnar, sum hava verið í seinastuni, hava gjørt skaða fyri meiri enn 100 milliardir krónur. Men enn er ikki liðugt. Amerikonsku veðurmenninir siga, at ein onnur ódn er á veg. Hon hevur fingið navnið Karl og er í løtuni yvir Atlantshavinum og fyrireikar seg til at fara ímóti landi.