Ein av luttakarunum, sum komu víðari í X-Factorkappingini í gjárkvøldið, er Jean Michel, sum er uppvaksin úti í Brekkunum í Klaksvík.
Í X-Factor leguni hjá Cutfather, sum er fyri: 15-25 ár, komu hesi víðari í kvøld:
- Ericka, 15 ár frá Køge
- Babou, 15 ár frá Århus
- Jean, 23 ár frá Keypmannahavn
- Rasmus, 17 ár frá Kirke Såby
- Sarah, 15 ár frá Herlev
Jean Michel vaks upp saman við beiggja sínum Max Sony Úti í Brekkunum í Klaksvik. Mamman, Birgitte Bay, er donsk og arbeiddi sum narkosusjúkrasystir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í góð 10 ár. Pápin, Jón Helgi Mathiasson, sum kemur úr Íslandi og hevur ættabond í Klaksvík, arbeiddi sum smiður í Klaksvík.
Jean Michel Bay Helgason, sum er 23 ár og Max Sonny, sum nú man vera um 25 ára gamal, gingu í á leið 4. og 5. flokki, tá ið teir fluttu til Danmarkar at búgva á Fjóni fyri áleið 14 árum síðan.
Eitt lokal blað í Nyborg skrivar rósandi um Jean Michel Bay Helgason, sum fyri árum síðan hevði ætlanir um at gerast musikpædagogur eftir at hann hevur tikið HF, og at hann hevur spælt við í Nyborg Musikskoles Jazzband. Eisini verður greitt frá, at hann hevur verið við til at vinna eina tónleikakapping, sum Danske Bank i Nyborg skipaði fyri, ið kallaðist Ung Talent.
Blaðið greiðir víðari frá, at Jean Michel Bay Helgason í summar flutti úr barndómsheimi sínum í Aunslev á Fjóni til Nørrebro í Keypmannahavn fyri at royna eydnuna í tónleiki har. Tá ið Jean Michel verður spurdur hví hann valdi at royna seg í X-Factor, sigur hann, at ein vinmaður hansara hevði meldað hann til ? og nú er bara at hanga í.
So, hóast ungan aldur hevur Jean Michel fyri árum síðan lagt sær lunnar undir eina tónleikatilveru, sum longu hevur fingið vatn á mylluna við luttøku hansaa í X-Factor. Gongst væl við luttøkuni, so kann bert roknast við, at myllan fer at mala enn skjótari.
Jú, spennandi verður at fylgja við Jean Michel í X-Faxtor, sum sleit sínar barnaskógvar Úti í Brekkuni í Klaksvík.
Skrivað hevur: Dávur Winther