X Factor sangarin Jean Michel, sum í gjár gjørdist stóra søgan í undirhaldsverðini í Danmark, roynir nú at greiða frá, hví hann gavst í X Factor kappingini.
Í fráboðanini, sum kom frá Danmarks Radio seinnapartin í gjár, varð sagt, at Jean Michel hevði tikið seg úr kappingini av persónligum orsøkum. Síðani hava fólk roynt at gitt um veruligu orsøkina, tí eingin, sum varðar av kappingini, vildi siga meira um grundgevingarnar hjá Jean Michel.
Í dag roynir høvuðspersónurin sjálvur at greiða frá síni avgerð. Tað ger hann á facebook síðu hjá sær.
- Tónleikur er eitt listarligur heimur, og fyri at njóta hann, skal eg hava hjartað við og kenna, at eg kann standa inn fyri tí, sum eg geri. Tí havi eg valt X Factor og sjónvarpspartin frá, so at eg kann gera mítt besta sum tann tónleikaligi einstaklingurin, eg við verða, sigur Jean Michel.
Hann harmast, at hansara avgerð hevur fingið avleiðingar fyri Nicoline Simone, sum hann sang saman við. Hon noyddist eisini úr kappingini, eftir at Jean Michel var givin.
- Fylgið tykkara dreymum, men lurtið eftir hjartanum, sigur Jean Michel.