Í dag byrjar tiltakið Vetrarjazz, ið er tónleikatiltak í Havn, og tað heldur fram til næsta leygarkvøld.
Yvir tjúgu konsertir vera á ymiskum spælistøðum í Havn.
Lagt verður fyri í Reinsarínum við setan í kvøld kl. 19. Seinni í kvøld spæla Æðrasoppar í Perluni.
Næstu vikuna spæla eitt nú James Goodwin Trio, Monkeyrat, Oddur Joensen, Katrin á Borg, Tórshavnar Big Band og Sway. Konsertir vera í Blábar, Tutl, Sirkus, Norðurlandahúsinum og aðrastaðni.
Serligt jazzpass er atgongumerki til konsertirnar.