Jazzur í Tórskjallaranum

Singer/songwriter-konsert í Tórskjallaranum fríggjakvøldið kl. 22 við Katrinu Petersen og Lost In France Hvørt fríggjakvøld, kl. 22, er livandi tónleikur niðri í Tórskjallarinum. Tað er Jazzfelagið sum skipar fyri.

Katrina Petersen er kend sum sangkvinna og sangskrivari. Hon er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn við føroyskari mammu og donskum pápa. Hon er diplomútbúgvin sangari og sangpedagogur í 2005 frá Rútmiska Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn. Katrina fer við bólki í upptøkuhøli í Mai, har hon fer at taka upp síni løg.

 

Fríggjakvøldið fer Katrina at framføra egin løg innanfyri singer/songwriter sjangrina. Sangirnir úttrykkja eitt stemningsfult og persónligt univers. Hon spælir klaver og syngur.

 

Lurta eftir Katrinu á myspace: www.myspace.com/katrinapetersenmusic

Duo?in ?Lost in France? eru tveir havnadreingir, sum skriva, spæla og syngja síni egnu løg. Teir hava verið í Studio Oyravox og upptikið teirra løg.

 

Lurta eftir Lost In France á myspace: www.myspace.com/lostinfrance1