Í dag verður konsert í nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu. Tað er ein jazztrio, ið kallar seg Michael Felberbaum 3Elements , sum fer at spæla og tað serliga við teimum er, at samansetingin avljóðførum er nokk so serlig við gittari, saksofon og klaveri.
– Tað er ein trialogur ímillum tríggjar gávuríkar og royndar tónleikararnar, sum skara framúr í rútmu og improvisatión, sigur franski konsulin í Føroyum, Hanna Jensen, sum hevur fingið konsertina í lag.
Teir spæla løg eftir Michael Felberbaum, men teir spæla eisini nýggjar popsangir. Konsertin er í býráðshúsinum í Norðragøtu í dag klokkan 17 og hon er ókeypis.
Trýst á pílin á myndini og fá eina smakkiroynd av Michael Felberbaum 3Elements