Jazzur í kjallaranum

Havnar Jazzfelag vaknar nú úr dvala og fer í næstum at skipa fyri regluligum tónleikaframførslum á Vertshúsinum í Havn

Havnar Jazzfelag var stovnað í 1975 við tí endamáli at skipa fyri konsertum við jazzi og øðrum rútmiskum tónleiki. Í fleiri ár var felagið eitt tað virknasta í landinum og stóð fyri óteljandi jazztiltøkum í Havn ? millum annað í gomlu B36 húsunum í Gundadali, Veitsluhøllini í Havnar Klubba og Perluni, meðan hon enn stóð.
Í longri tíð hevur felagið ikki havt fast høli tøkt at hýsa tiltøkum í, men nú eru betri tíðir í eygsjón.

Vertshúsið pallur
Restorffs Bryggjarí, sum eigur nýupplætna Vertshúsið ovarliga í Niels Finsens gøtu, hevur innrættað høli í kjallaranum, sum er sera væl skikkað til jazz og onnur tiltøk við rútmiskum tónleiki.
Eftir áheitan frá eigarunum fer Havnar Jazzfelag at skipa fyri jazztónleikahaldi í Vertshúskjallaranum komandi vetur.
Fyribils verða tiltøkini hvørt leygarkvøld. Atgongugjaldið verður fyri fyrst 60 kr. Fyri limir í Havnar Jazzfelag og limir í samtakinum Grót verður atgongugjaldið tó bert 40 kr.

September
Lagt verður fyri leygarkvøldið 6. september, tá ið Søren Søgaard fer at spæla. Hann spælir bluestónleik.
Leygarkvøldið 13. september verður limafundur klokkan 21.00. Frá kl. 23.00 fara Hans Petur í Brekkunum, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu at spæla.
Déjá Vu fer at spæla 20. september og Spælimenninir 27. september.