Jazzur á Hvonn í kvøld

Í kvøld er lættur norðurlendskur jazzur á skránni. Talan er um bólkin Trio Magnussar ella Katla, ið hann eisini verður kallaður. Hvørt týskvøld er livandi tónleikur á Hvonn. Talan er um lounge jazz tónleik. Hetta er ofta lættari jazz tónleikur, bakgrundstónleikur, ella retro 50 og 60 ara tónleikur.

Í kvøld er lættur norðurlendskur jazzur á skránni. Talan er um bólkin Trio Magnussar ella Katla, ið hann eisini verður kallaður.

Bólkurin er mannaður við Magnus Johannesen á klaver, Rógvi á Rógvu á trummum, Edvard N. Debess á bass og Ólavur Olsen á trompet,

 

Hesir eru allir kendir úr ymsum bólkum og teir eru stutt sagt allir úrmælingar á sínum ljóðføri.

Katla hevur spælt saman eina tíð og ætlanin er eisini at koma við einari fløgu komandi ár. Høvuðsmaðurin í Katla eitur Magnus Johannesen. Hann hevur skrivað allan tónleikin, ið bólkurin spælir í kvøld

 

Øll tekin eru um, at hetta verður eitt sera gott tónleika kvøld. Tónleikurin byrjar kl 21 og væntandi verður sera nógv fólk, so fólk mugu vera í góðari tíð, um tey ynskja sær eitt gott stað at sita, tí týskvøldini við jazzi eru vanliga væl vitjað. Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað.