Jazzur aftur í Tórskjallaranum

Eftir ein steðg í summar og heyst, byrja tiltøkini

aftur, sum Havnar Jazzfelag skipar fyri í Tórskjallaranum

í Sverrisgøtu í Havn.

Tiltøk verða tó ikki hóskvøld sum áður, men fríggjakvøld frá

KL:23.30 til KL:03.30

 

Fyrsta kvøldið verður longu í kvøld.

 

Tá fer hin mæta songkvinnan Rúna á Heygum at undirhalda

saman við Herluf Lutsen.

 

Øll tiltøk verða kunngjørd á: havnarjazz.info