Hvonn fer nú undir at skipa fyri jazzkvøldum einaferð um vikuna. Byrjað verður í kvøld við live-tónleiki Jazz-entusiastar kunnu nú gleða seg. Hvonn fer at skipa fyri jazzkvøldum hvønn týsdag.
Byrjað verður í kvøld við live-jazzi. Anna Katrina Petersen syngur, Leivur Thomsen spælir á gittara og Bjarti Meitil á bass.
Bólkurin byrjar klokkan 21.
Skipað verður fast fyri einumhvørjum jazztiltaki týskvøld, og næstu viku verður tað ein jazz DJ á Hvonn frá klokkan 21.









