? Vælkomin til jazzin i Norðurlandahúsinum. Soleiðis fer at ljóða í hátalarunum í kvøld, 4. juli. Og okkurt hæddarpunkt á Jazzfestivalinum 2001, er eisini sett at vera í Norðurlandahúsinum. Har fer Niels Henning Ørsted-Pedersen, NHØP, nevniliga at sýna síni kynstur á bassinum frá klokkan hálvgum átta til níggju. Og stórvegis longur sleppa vit ikki í jazzdygd á hesari klótu.
Men mikukvøldið í Norðurlandahúsinum livir Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivalur av sonnum upp til navnið. NHØP spælir sofistikerað, bæði jazz og siðvandan norðurlendskan tónleik. Onnur spæla standardjazz, og uppaftur onnur taka sær av tí gittarbaseraða fólka- og blueskenda. T.d. KK. So, kom innum......
Ein av heimsins bestu
Tað er Niels Henning Ørsted-Pedersen. NHØP spælir bert eina konsert á hesum sinni, og tí má hann spæla í Norðurlandahúsinum. Har er vónandi rúm fyri nógvu okkara, sum síggja upp til danska bassundrið.
Saman við Niels Henning er Ole Kock Hansen. Hann er klaverspælari, og sera navnframur í Danmark sum tónleikari, tónasmiður, og leiðari fyri Danmarks Radio Big Band.
Framførslan hjá NHØP og Ole Kock Hansen kann væntast at vera blandað. NHØP spælir vanliga jazz og norðurlendskan tónleik. Til tíðir er hesið latin í NHØPsa jazzbassham, meðani onnur arrangement eru rættiliga upprunakend. Tó mugu vit ikki gloyma, at Niels Henning Ørsted-Pedersen eisini hevur sítt egna tónasmíð við í skjáttuni. T.d. løg, sum hann hevur spælt saman við Oscar Peterson o.ø.
Niels Henning Ørsted-Pedersen og Ole Kock Hansen, Konserthøllin kl. 19.30.
Vaksa appelsinir í Føroyum?
Jens Nørholms Orange Jazz Family; Standarjazzur í energiskum nútíðar hami.
Tey flestu í Jens Nørholms Orange Jazz Family spæla vanliga í tí norðurjútska amtsorkestrinum. Og Orange Jazz bólkurin er júst sum teirra ?fría? frítíðarorkestur, har tey rættiliga sleppa at folda seg út.
Tónleikararnir eru dugnaligir og tí er ofta boð eftir teimum. Tað dámar teimum væl. T.d. var ein Orange Jazzari við í tí avbera væl samanspælda bólkinum, Swinging Link, ið tók lut á Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivali í fjør. Haraftrat kann nevnast musikalskt samstarv við Robben Ford, Jesper Thilo, Finn Zigler, Debbie Cameron, Sten Vig, Frank Gambale, og David Garfield.
Jens Nørholms Orange Jazz Family lovar, at hon eigur so nógva spæligleði í sær, at hon kann fáa appelsinir at vaksa ? sjálvt í Føroyum.
Jens Nørholms Orange Jazz Family, Konserthøllin kl. 22.30.
KK/Fleischer/Enqvist/Pensar
Í Klingruni verður amfipallurin væl mannaður við fólkatónleikarum úr Grønlandi, Álandi og Íslandi.
KK, ella Kristján Krisjánsson, er íslendska umboðið. Vit hava hoyrt hann fyrr á Tórshavnar Jazz- Fólka og Blues Festivali, og hann er sera dugnaligur og undirhaldandi. KK letur sín tónleik í tann ham, har hann fær íblásturin. T.d. hevur hann gjørt fløgu við føroyskum íblástri. Annars pakkar hann nógvar ymsar stílar inn í framførslu sína. T.d. eitt sindur av jazzi og ymsum fólkatónleiki.
Hóast navnið ljóðar fremmant, er Ulf Fleischer grønlendskur fólkatónleikari/vísusangari. Hann kemur higar við gittarinum og røddini at bera okkum sang við rót í grønlendskum fólkalívi.
Tveir menn úr Álandi koma sum duett. Tað eru sangarin og gittarspælarin, Bengt Enqvist, og gittarspælarin, Kjell Pensar.
Bengt Enqvist umboðar skemtiligar vísur. Men eisini rættiliga klassiskan fólkatónleik, s.s. Taube, Ferlin, Ruben Nilsson. Haraftrat er góður álendskur tónleikur á skránni, sum vit enn ikki kenna í Føroyum. Bengt Enqvist gjørdi fyrri stuttum eina fløgu. Og annars spælir hann nógv alment í Álandi, Finnlandi og Svøríki.
Saman við Enqvist kemur gittarspælarin Kjell Pensar. Hann er 51 ára gamal, og sigur um seg sjálvan, at hann byrjaði at spæla sum ungur drongur. Men ongantíð hevur hann spælt so nógv ? og hildið tað var so stuttligt - sum nú. Kjell Pensar spældi gittar á nýggju útgávuni hjá Bengt Enqvist, Sången Om Jorden.
KK, Fleischer, Engqvist, Pensar, Klingran kl. 21.00.
Aftur til byrjanina
Tiltakið í Norðurlandahúsið mikukvøldið 4. juli, byrjar kl. 19.00. Tá vit lata dyrnar upp møtir okkum tónastreymur frá einum donskum klarinettorkestri, hvørs líka vit tíverri ikki eiga í Føroyum.
Í Broby Klarinet Orkester spæla tey burturav klarinett, og tey eru ikki færri enn 18 í tali, bæði blaðungir og tilkomnir tónleikarar.
Vit tosa her um eitt av teimum orkestrunum, ið vóru sera vanlig á Jazzfestivalinum í 80unum. Tað spælir glaðan jazz, har ætlanin er at fólk kunnu murra við, og annars vera í góðum lag. Broby Klarinett Orkestur fer at leggja botn í kvøldið við spæli í Forhøllini frá kl. 19.00 til 19.30.











