Hetta er triða árið, at dentur hevur verið lagdur á at, at tónleikurin eisini er niðri í miðbýnum.
Eitt av serligu tiltøkunum hesaferð verður fríggjadagin, tá ungdómsorkestrið hjá Brandi frá Keypmannahavn í 1950 fer at spæla í Tilhaldinum í Havn. Hetta orkestrið kallaðist Irving Anckers Sekstet, og Brandur hevur savnað allar tónleikararnar til hesa serligu jubileumskonsertina.
Søgan um orkestrið byrjaði tann 4. februar í 1950, tá seks næmingar á Østersøgades Gymnasium á Østerbro í Keypmannahavn gjørdu av at stovna amatørjazzbólkin.
? Vit seks skúlafelagar spældu saman frá byrjan, og ljóðførini vóru piano, bass, trummur, sopransax, trompet og klarinet, greiðir Brandur Øssurson frá. Seinni varð sopransaxin skift út við eina tenorsax og leiðarin í orkestrinum, Irving Ancker, sum spældi upp á klarinettina, fekk sær síðani eina altsax.
? Irving Anckers Sekstet, sum orkestrið kom at eita, fekk skjótt vind í seglini og spældi umframt til skúlaveitslur og jazzkonsertir á okkara egna skúla eisini til skúlaveitslur á fleiri øðrum skúlum, so sum Aurehøj Gymnasium, har okkara egni Knud Heinesen var formaður í næmingaráðnum, greiðir Brandur frá. Teir spældu eisinni á skúlunum í Birkerød, Gentofte og var annars við í fleiri barna- og ungdómssendingini Ugerevyen í tí, sum tá æt Statsradio.
Irving Anckers Sekstet var fyrst í fimmtiárunum eisini fæst húsaorkestur í Borgernes Hus í Rosenborggade, nærindis Nørreport.
Eftir soleiðis at hava spælt í eini tvey ár, varð bólkurin upploystur, og tríggir av limunum gjørdust professionellir tónleikarar, meðan hinir tríggir fóru í aðrar vinnur.
Tá tað vóru liðin fimmti ár síðani at orkestrið varð stovnað, tók Irving Ancker stig til at savna gomlu manningina aftur eftir henda heldur langa steðg, og teir seks samdust um at byrja umaftur - bara til stuttleika.
? Síðani hava vit hitst 14. hvønn dag í Musikkhandlinum hjá Ejvind Christensen á Jernbanepladsen í Lyngby, sum ikki bara leggur høli til, men eisini so mangt annað, sigur Brandur Øssursson.
Tey, ið vilja hoyra henda gamla bólkin, kunnu leita sær í Tilhaldið í Havn komandi fríggjadag.
Hesi 20 árini, Brandur hevur skipað fyri Jazzfestivalinu, hava um 400 orkestur/solistar vitjað festivalin ? tilsamans yvir 3.000 tónleikarar.
Men fer Brandur so at halda fram í 20 ár afturat?
? Tað fáa vit at síggja, eg taki eitt ár í senn, sigur hann smílandi.
Vit frætta meira um festivalin í næstu viku.