Jazzarin Teitur

Hann bleiv kendur sum sangari í vælumtókta bólkinum Mark No Limits, men nú vitjar hann klettarnar við jazzbólkinum A Thing Called Teitur

Terji Nielsen

Tað er ikki so lang tíð síðani, at tað frættist, at bólkurin Mark No Limits var farin í søguni. Bólkurin hevði annars vunnið Prix Føroyar, umframt at hann hevði verið á palli í fleiri londum uttan fyri Føroyar.

Sangarin í Mark No Limits, Teitur Lassen, sum saman við Mark Joensen og Johan Ziskason stovnaði bólkin, hevur nú í nøkur ár búleikast á flatlondum. Teitur vitjar í hesum døgum Føroyar við einum nýggjum tónleikabólki, sum hann er við í. Bólkurin nevnist A Thing Called Teitur, og skal hann taka lut á árliga jazzfestivalinum.

Ungur bólkur
A Thing Called Teitur er gott og væl ein eitt ára gamal bólkur. Bólkurin er mannaður við ungum og evnaríkum tónleikarum, og miðalaldurin er einans 20 ár.

Tveir av limunum Jeppe Tuxen og Erik S. Laustsen eru búsitandi í Holstebro í Jútlandi, har eisini Teitur búði fyrstu árini, ið hann var í Danmark. Teir báðir Jeppe og Erik ganga báðir á tí, sum verður rópt MGK. Hetta stendur fyri Musikalsk Grund Kursus, og er hetta ein studentaútbúgving yvir fýra ár, har stórur dentur verður lagdur á tónleikin. Teitur gekk eisini á hesum skúlanum í Holstebro, eins og fjórði limurin í bólkinum,
Søren R. Tang. Hesin seinast nevndi er í løtuni næmingur á musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Tað er frá skúlanum í Holstebro, at limirnir í A Thing Called Teitur kennast.

A Thing Called Teitur spælir akkustiskan trio-jazz, ið ber dám av tí nýggja amerikanska stílinum, sigur Teitur.

Við í fleiri bólkum
Teitur sigur við Yngd, at hann í løtuni er við í fleiri tónleikabólkum í Danmark. Búsitandi í Keypmannahavn, við tí ríka tónleikalívi, ið har er, hevur hann góðar møguleikar at royna seg sum tónleikara í nógvum ymsum tónleikastílum, og tað er júst tað, ið Teitur ger í løtuni.
Gerandisdagurin hjá Teiti fer fram á skúlabonki, har hann er í holt við tað, sum verður rópt konservatoriifyrireiking.
Umframt at verða við í A Thing Called Teitur, er hann eisini við í onkrum bólki, sum spælir funk fyri tað mesta, og eisini spælir hann í einum popp-bólki.

Tó sigur Teitur, at hóast hann spælir nógv ymisk sløg av tónleiki í løtuni, so er tað jazzurin, ið honum dámar best. Sjálvur heldur hann, at ein av orsøkunum til, at honum dámar so væl jazz í løtuni, er tann, at ein sera stórur partur av tónleikaundirvísingini tekur støði og dømir úr jazzinum.

Tvær framførslur í Føroyum
A Thing Called Teitur fer tvær ferðir á pall, meðan teir eru her í Føroyum. Fyrru ferðina verður í Klaksvík í kvøld, har teir fara á pallin í Atlantis. Teitur sigur, at hetta gleðir hann seg nógv til, tí, umframt at hann er hálvur klaksvíkingur, so hann sera spentur upp á, hvussu áskoðararnir fara at taka ímóti tónleikinum.
Seinna framførslan hjá bólkinum verður fríggjakvøldið, tá ið teir verða við í serliga føroyska kvøldinum, sum er á jazzfestivalinum.

Haraftrat skal Teitur eisini taka lut í framførsluni hjá føroysku trioini JazzOasis leygarkvøldi, tá ið hann verður gestatónleikari í tveimum løgum. Hetta kemst av, at Teitur og Edvard Nyholm Debes, sum er við í JazzOasis, í summar gjørdu løg til tvær yrkingar hjá Williami Heinesen, sum eru týddar til føroyskt av Kristiani Matras. Tað eru yrkingarnar, "Hoyrdi tú havsins andalag" og "Stjørnur,
mínir vinir burturi í djúpum". Hesar báðar yrkingarnar fara teir so at framføra leygarkvøldi.

Sera spentir
Bæði Teitur og hinir limirnir í A Thing Called Teitur eru sera spentir til framførslurnar, ið teir skulu hava. Teitur sigur, at bert tann eini av dønunum hevur verið í Føroyum áður, og tað var, tá ið hesin var heilt lítil. Teir hava tí nýtt høvi til at ferðast eitt sindur kring
oyggjarnar, meðan teir hava verið her.

Teir eru sera fegnir um at hava fingið møguleikan at sleppa upp til okkum at spæla, og hetta er eisini forkunnugt fyri føroyingar, tí at tað er fyrstu ferð, at Teitur Lassen fer at pall í Føroyum at jazza.

Teitur sigur við Yngd, at hann sjálvur eisini er spentur at hoyra eitt nú Niels Henning Ørsted Pedersen, Følv við Leivi Thomsen, Lenu Andersen og mong onnur. Hann heldur, at jazzfestivalurin í ár hevur eina sera áhugaverda og fjølbroytta skrá.

Tey, sum hava hug at hoyra A Thing Called Teitur á jazzfestivalinum, kunnu ogna sær atgongumerki í Norðurlandahúsinum. Bólkurin
fer á pallin fríggjakvøldi klokkan 19.30 í konsertsalinum, og ynskir Yngd teimum góða eydnu.