Anna Karina Petersen fer saman við Leivi Thomsen og Bjarka Meitel at standa fyri tónleikinum á Hvonn í kvøld Anna Katrina Petersen stendur sjálv fyri sanginum, sum verður stuðlaður av tónunum frá bassinum hjá Bjarka og guitarinum hjá Leivi.
Fleiri vilja vera við, at talan er um bestu tónleikararnar í landinum.
Leivur og Anna Katrina eru bæði útbúgvin á Det Kongelige Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Bjarki er útbúgvin á Berklee College of Music í Boston, og hevur hann millum annað verið frammi sum bassistur hjá BrekkuBrothers.