Jazz í Meiðarínum

Tónleikur

Í kvøld verður konsert í Meiðarínum í sambandi við at Tutl hevur givið út fløguna »JAZZ í Føroyum (1977-82)«.

Tónleikararnir á konsertini verða Brandur Øssursson, Ólavur Øster, Kristian Blak, Kolbein Simonsen, Jónleif Jensen og Hanus G. Johansen. Hesir hava allir verið við til at mynda jazzumhvørvið í Føroyum, hvørs ítøkiligu úrslit nú eisini eru brend niður á fløgu.

Fløgan, sum Tutl nú gevur út, er ein dupultfløga, har løg av trimum LP-plátum og einari singleplátu frá árunum 1977 til 1982 eru savnað. Talan er um tær tríggjar JAZZ í Føroyum pláturnar, sum Havnar Jazzfelag gav út og singleplátuna »Kræklingar við Holger Laumann«.

Konsertin í Meiðarínum verður klokkan 21.00 í kvøld.