Jazz-café í Stóra Pakkhúsi

Leygarkvøldið fara Klaus Telling og Edvard Nyholm Debess at framføra í Vági


Leygarkvøldið fara klaverleikarin Klaus Telling og bassleikarin Edvard Nyholm Debess at framføra í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Hetta er nýggj samanseting í føroyskum tónleikalívi og spennandi er at vita, hvussu hepnast. Tað er jazzur, sum er á skránni, tá teir fara at framføra á jazz-café í Pakkhúsinum leygarkvøldið.
Stóra Pakkhús, sum fyri stuttum varð sett í uppruna ? og sera hugnaligan - stand, er mentanar- og samkomuhús, har fleiri feløg eisini húsast.
Húsið verður nýtt til ymisk endamál og fleiri tiltøk eru í húsinum regluliga. Farið er undir at hava tónleikaframførslur og eisini jazzkvøldini verða ætlandi regliligur partur av skránni.
Áður hava Klaus Telling og Guðrun Jacobsen framført og Klaus Telling hevur eisini havt Chopin konsert í húsinum. Og eisini onnur hava staðið fyri tónleiki í húsinum.
Leygarkvøldið eru tað so Klaus telling og Edvard Nyholm Debess, ið standa fyri tónleikinum, meðan lurtarar kunnu njóta tónleikin í hugnaligum umhvørvi.