Jay Z, The Cult og Cat Power komu á skránna í dag, tá Roskilde Festivalurin almannakunngjørdi lidnu skránna. Roskilde Festivalurin hevði í dag kl. 12 bjóðað til tíðindafund í samband við, at skráin fyri festivalin varð almannakunngjørd.
Síðstu mánaðirnar er tað vorðið greitt, at stór nøvn sum Neil Young, Gnarls Barkley, My Bloody Valentine og Radiohead verða at hoyra á ársins festivali.
Á tíðindafundinum í dag varð almannakunngjørt, at heimskendi rapparin Jay-Z eisini verður millum høvuðsnøvnini.
Eisini vóru The Cult, Cat Power, José González, The Hellacopters, Lykke Li og Santogold løgd afturat listanum.
Ársins Roskilde Festivalur verður hildin í døgunum 3.-6. juli, og atgongumerkjasølan gongur sera væl.









