Jay-Z ger spæl

Hevur tú hug til at tjena 460 dollarar, og vera saman við Beyoncé, so hevur tú møguleikan nú – á einum spæli á Facebook.

 

Jay-Z hevur givið út 11 fløgur, hann byrjaði merkið “Rocawear”, sum hann í 2007 seldi fyri 200 milliónir dollarar, og hann eigur fleiri ítróttarbarrir kring heimin, umframt, at hann eigur ein stóran part av kurvabóltsliðnum Brooklyn Nets.

 

Harumframt hevur hann verið ambassadørur fyri FN, og hevur givið nógvar pengar til amerikanska Reyða Krossin. Og so er hann giftur við Beyoncé.

 

Áðrenn hann gjørdist so eydnuríkur, so var hann ein fátækur drongur í Brooklyn, sum skrivaði sangir um at roykja hassj.

 

Og júst hendan ferðin frá at vera ókendur og fátækur, til at vera ríkur og kendur, er grundarlagið undir einum nýggjum spæli, sum kann spælast umvegis Facebook. Spælið ber heitið “Empire”.

 

Spælið verður enn royndarkoyrt, men ein almenn lýsing av sendingini ljóðar soleiðis:

 

“Empire tekur teg við á eina ferð frá gøtunum í Brooklyn, til tey kendu støðini, har rík og kend halda til. Men týdningarmikið er ikki at gloyma familju og vinir, tí so líður tú undir tí”.

 

Hetta veit gaffa.dk.