Jaws er deyður

Maðurin við stáltonnunum í tveimum James Bond filmum, er deyður

Hávaksni sjónleikarin, Richard Kiel, er deyður, 74 ára gamal, á sjúkrahúsi í Fresno í Kalifornia.

Tað skriva BBC og aðrir miðlar í morgun. 

 

Hann var 217 sentimetrar høgur og er best kendur fyri leiklutin sum Jaws, maðurin við stáltonnunum, í tveimum James Bond filmum.

Hann spældi við í Bond filmunum, The Spy Who Loved Me í 1977, og Moonraker í 1979,.

Men hann spældi eisini við í øðrum filmum og sendirøðum.