Flatskatturin og forskatting av pensjónum skuldu hjálpa at fáa gongd á búskapin soleiðis, at fólk aftur tímdu at arbeiða og við lægri skatti fóru at leggja meira eftir seg í landskassan.
Men nú Jørgen leggur fram sína triðju fíggjarlóg verður ætlaða javnvágin aftur flutt eitt ár longur út í framtíðina. Nú er tað magiska árið 2017, tá javnvág aftur er á fíggjarlógini og líka nógv rennur inni í landskassan – sum úr honum.
Hallið, sum í ár skuldi verða 243 millióinir krónur vísir seg nú at fara at enda á 450 milliónum. Altso meira enn 200 milliónir krónur viðsíðuna av.