Javnvág hjá Televarpinum

Eisini Televarpið læt í týsdagin sín hálvársroknskap úr hondum, og fyri fyrstu ferð sýnir hesin eitt yvirskot.
Talan er ikki um tað heilt stóra yvirskotið, men úrslitið á 10.000 kr. er ein betran á 760 tkr. sammett við fyrra hálvár í fjør. Og við hesum er fyribils málið um at fáa javnvág í roknskapin rokkið.
Í tíndaskrivinum verður sagt, at haldaratilgongdin hjá Televarpinum hevur verið støðugt vaksandi, og at talið av haldarum nú er farið upp um 4.600.
Saman við framdu útbyggingunum av sendinetinum merkir hetta, at leiðslan á Televarpinum metir, at útlitini fyri yvirskoti á rakstrinum fyri 2005 eru góð.
Í tíðindaskrivinum sigur Laila Hentze, stjóri, , at Televarpið nú hevur prógvað, at tað ber til at reka eitt talgilt sendinet á handilsligum grundarlagi. Tað er ein stór avbjóðing at byggja eitt sendinet í einum fjallalandi, sum harafturat hevur ein sera avmarkaðan marknað, og so samstundis fáa vinning burtur úr íløgunum. Hetta setur eyka krøv til handilsliga konseptið, og tí hava eisini fleiri lond sýnt Televarpinum stóran áhuga, sigur stjórin.