Javnur streymur av fólki

Nógv fólk hevur vitjað Jobmatch aftur í ár

 

Katrin I. Gregersen, ein av fyriskiparunum av Jobmatch, sigur, at hon er ótrúliga væl nøgd vid dagin. Í mun til undanfarin ár, tá tiltakið hevur verið niðri í Öström, var tað í ár upp í Norðurlandahúsinum.

- Av tí at hølini eru so stór her, vóru vit eitt sindur nervøs fyri, at tað fór at kennast tómligt inni, men tað hevur tað als ikki gjørt, og her hevur verið ein javnur streymur av fólki í allan dag, sigur hon.

 

25 føroyskar fyritøkur og stovnar høvdu básar á Jobmatch í ár og 250 JobPrát vóru bíløgd longu áðrenn tiltakið byrjaði klokkan 13 í dag. Tiltakið í ár hevur tí verið tað størsta í søguni hjá Jobmatch.

 

Nú klokkan 18 byrjaði mannamúgvan at minka eitt sindur, men annars hevur tað verið heilt nógv fólk, og fleiri fyritøkur og stovnar siga, at tey høvdu havt sera nógv jobprát. 

 

Jobmatch heldur á nakað út á kvøldið og nú klokkan 19 byrjar ein pallborðsfundur, har sjóneykan verður sett á nógv umtalaðu fólkafráflytingina. Hesin pallborðsfundurin verður eisini útvarpaður.