2. deild menn:
FS Vágar-GÍ 6-1 (3-0)
Vágamenn vóru rættiliga omaná í tølum, tá gøtumenn vóru á vitjan leygardagin. Men spælið og gongdin í dystinum var ikki so einvegis, sum úrslitið kundi bent á, tí GÍ?arnir royndu allan dystin at spæla við, og teir vóru ongantíð trýstir í botn.
Hinvegin kláraðu teir illa at bróta ígjøgnum verjuna hjá vágamonnum, sum var væl stýrd av Eyðfinni Davidsen á aftasta manni, og bert einaferð eydnaðist at fáa mál. Tað var tá veteranurin Símun Petur Justinussen gjørdi tað til 5-1 sjey minuttir fyri tíð.
Betur gekk hjá vágamonnum, sum í John Johansen eiga ein ídnan álopsmann, sum rennur og tuskar allan dystin. Ferð eftir ferð gjørdi tað, at hann kom til kjansir, og hann kláraði hesaferð at avgreiða teir sera væl. Longu tá ein góður hálvur tími var farin, hevði John skorað hattrick, og móti endanum av dystinum gjørdi hann tað til endaliga úrslitið 6-1.
Afturat sær at gera mál hevði John bróður sín Sonna Johansen og vælspælandi álopsmannin Birgir Joensen.
Seinnu trý korterini, tá lítil spenningur var eftir í dystinum, hevði GÍ yvirvág í spæli, men teir gjørdust sjáldan vandamiklir, og tá vágamenn so settu ferð á í mótálopunum tóktust teir altíð verða førir fyri at gera mál.
Og tað vísa tølini frá seinastu fýra dystunum eisini, tí hesar dystir hevur FS Vágar í miðal skorað sjey mál hvørja ferð, og tað er nakað, sum vágamenn kenna lítið til.
Støðuna í deildini, nú seks dystir eru eftir at spæla, er so góð hjá vágamonnum, at sjálvt teir varnu nú síggja góða møguleikan, sum vágaliðið hevur fyri at flyta upp í bestu deildina. Men tey seks stigini, sum liðið er á odda, kunnu skjótt rúka, og tá vágamenn hava ein dyst eftir móti LÍF, er framvegis eitt sindur av spenningi eftir í oddinum.