Javnt í Zimbabwe

Fyribils stendur á jøvnum millum stjórnina og andstøðuna í Zimbabwe eftir valið í gjár Enn hevur valnevndin bara kunngjørt úrslitið í seks valdømum, og har vunnu andstøðan og flokkurin hjá Robert Mugabe, forseta trý valdømi í part.

Í fyrstani sýtti valnevndin fyri at almannakunngera nakað úrslit, men tá andstøðan legði myndugleikarnar undir at royna at falsa úrslitini, vórðu tey seks úrslitini kunngjørd.

Andstøðan hevur longu boðað frá, at hon vann valið í gjár. Valnevndin hevur sagt, at tað endaliga úrslitið kemur ikki fyrr enn í fyrsta lagi í morgin.