Javnt á Wembley

Ongland fekk bara javnleik burtur úr EM-heimadystinum ímóti Sveis á Wembley seinnapartin. Úrslitið var 2-2. Sveis kom á odda í 32. minutti við frísparksmáli hjá Tranquillo Barnetta, og bara tveir minuttir seinni økti sami spælari til 2-0.

Í 37. minutti bragdaði hjá heimaliðnum, tá Frank Lampard minkaði til 2-1. Tað var hálvleiksstøðan, men fimm minuttir eftir steðgin javnaði Ashley Young. Fleiri mál komu ikki.

Hetta var fjórði dysturin hjá Onglandi á Wembley uttan sigur, og tað er ikki hent tey seinastu 30 árini, sigur BBC.