Nú bara fjúrtan dagar undan tí fyrsta uppstillingarvalinum hjá republikanarunum í USA stendur á jøvnum millum teir báðar harðastu kappingarneytarnar, Newt Gingeich og Mitt Romney.
Ein meiningakanning, sum CNN hevði í gjárkvøldið, vísti, at Gingrich og Romney hava hvør síni 28 prosent av teimum republikonsku veljarunum aftan fyri seg.
Í kanningini hjá CNN er Ron Paul á triðja plássi við 14 prosentum, men aðrar kanningar benda á, at tann 76 ára gamli kongressmaðurin úr Texas kann fara at taka øll á bóli. Eitt nú vísir ein kanning hjá Public Policy Polling, at Ron Paul fer at vinna tað fyrsta uppstillingarvalið, sum verður í statinum Iowa. Eftir kanningini fær hann 23 prosent í Iowa, Mitt Romney fær 20 og Newt Gingrich 14 prosent.