Í Suðuroynni eru ikki tey nógvu óhappini fráboðaði í ódnarveðrinum í kvøld. Men nógvur kavi er lagstur og streymurin hevur verið burtur av og á ymsastaðni Í Vági hevur streymurin verið burtur í helvtini av bygdini eina løtu í kvøld. Uttari partur misti streymin, men hann er nú afturkomin, men streymurin er sera ójavnur og ljósið blinkar av og á, so vandi er helst fyri, at streymurin fer.
Streymurin hevur verið burtur aðrastaðni í Suðuroynni eisini. Teir stóru skaðarnir eru to ikki fráboðaðir, men tó frættist um tekju í Hovi, ið hevur rivið seg leysa. Útvarp hoyrist heldur ikki í oynni, so sendinetið er helst óvirkið, eins og fartelefonirnar ikki hava samband.









