Javnt suðuroyarbrak

Fótbóltur: FC Suðuroy og TB samdust leygardagin um 1-1 javnleik, men so var tað ikki meira, ið liðini samdust um. Dysturin fer neyvan í søguna fyri gott fótbóltspæl, men hvat spenningi og intensiteti viðvíkur, har væntaði avgjørt einki

FC Suðuroy hevði undan dystinum ímóti grannunum av Tvøroyri ikki megnað at skorað eitt einasta mál í Effodeildini, og einans eitt stig var komið á kontuna. Tískil var týdningurin av einum sigri til heimaliðið sera stórur, meðan TB kanska ikki høvdu eins stórt trýst á sær, givið teirra toluligu byrjan á kappingarárið.

Høvdu knívin á barkanum
Dysturin ímóti grannunum av Tvøroyri,var ein dystur, ið FC Suðuroy helst mátti vinna, fyri at teir ikki skuldu dragna ov nógv frá hinum liðunum í botninum.
Tað tóktist eisini, sum vóru heimamenn fullgreiðir yvir hetta, og løgdu teir eitt stórt trýst á gestirnar alt fyri eitt. Stóra trýstið gav eisini úrslit eftir bert fýra minuttum, tá afturvendi málkongurin, Jón Krosslá Poulsen, kom at standa leysur í TB-brotsteiginum. Frísparkið frá Poul N. Poulsen fall heppið fyri føturnar á Jón, sum langaði til. Heppið fyri hann og heimaliðið, so forðaði onkur skotinum, og Ivan Stojkovic í TB-málinum kundi síðani bert hyggja at, meðan bólturin smeyg sær í einum bleytum boga upp um hann og niður við tvørtrænum. Frøðin var, sum vera man, sera stór, tí nú var loksins eydnast FC Suðuroy at fáa hol á málskjótingina, og so ímóti TB av øllum liðum!

Skaði broytti dystin
TB hevði tað trupult við at steðga ágrýtnu FC Suðuroy-leikarunum, sum høvdu leikliga yvirvág allan fyrra hálvleik, ella rættari, teir gúppaðu í minni mun burtur, enn gestirnar gjørdu. Flótandi fótbóltspæli var lítið av á Eiðinum.
Tá ið fimm minuttir írestaðu av fyrra hálvleiki, máttu FC Suðuroy skifta ganesiska David Asare út, og skaðin var somikið álvarsligur, at hann í skundi varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús. Asare varð tó útskrivaður sunnudagin, og hevur tað eftir umstøðunum gott.
At missa ein so góðan leikara, sum Asare, tóktist at nerva heimaliðið nógv, men 1-0 støðan helt sær tó til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki trekti FC Suðuroy seg eitt sindur longur aftur og dúvaðu á mótálop, meðan tvøramenn komu meira við í dystin.
Sum heild var annar hálvleikur merktur av nógvum skeivum avleveringum og fríspørkum, og júst slíkt var uppleggið til útjavnandi málið hjá TB smáar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik.

Ónøgd við fríspark
Frísparkið smekkaði Bojan Timic innfyri, og fremstur og hægstur var Martin Tausen, sum hegnisliga stútaði aldursforsetan á javnt til stórt vónbrot fyri heimaáskoðararnar, sum greitt hildu, at Igor Grkajac hjá TB hevði blakað seg til frísparkið. Ikki tykkum at siga, var hinvegin ovurhondstór gleði á nógvu TB-fjepparunum.
Hóast nakrar málmøguleikar afturat til FC Suðuroy, og onkran til TB seint í dystinum, so komu ikki fleiri mál á Eiðinum leygardagin, og tað úrslitið eru tvøramenn uttan iva fegnari um, enn grannarnir fyri sunnan. FC Suðuroy hevur nú skorað sítt fyrsta Effodeildarmál, so kanska tað fer at ganga lættari framyvir hjá teimum.

albinus@sosialurin.fo