Silkeborg og Aab, sum bæði teljast millum liðini, ið elta oddafiskarnar úr Herfølge, hittust í Silkeborg mánakvøldið.
Eftir ein heldur deydligan fyrra hálvleik, legði toppskjúttin í superliguni, Peter Lassen, Silkeborg fram um, tá bert ein lítil minuttur varð leiktur av seinna hálvleiki.
Henda støða helt sær, til bert fimm minuttir vóru eftir at leika. Tá javnaði Søren Frederiksen fyri Aab, soleiðis at endaliga støðan gjørdist javnleikur 1-1.
Eftir dystin er støðan í superliguni tann, at Silkebort og Aab eru á fimta og sætta plássið, ávíkavist seks og sjey stig aftan fyri Herfølge.