EM-dysturin í kvøld millum Spania og Ungarn fekk ein óvanliga dramatiskan enda. Í seinasta sekundi fekk Ungarn eitt brotskast í spanska málið, og tað gjørdi, at dysturin endaði javnur 24-24.
Teir sponsku spælararnir høvdu annars takið á mótspælarunum tað mesta av fyrra hálvleiki, men so raknaðu ungarar og serliga málverjin, Roland Mikler, við, so tá dysturin var komin í helvt, var Spania bara eitt mál frammanfyri, 12-11.
Tað eydnaðist ungarska liðnum at stríða seg framum til 16-14, men so fekk ein av ungarsku spælarunum reytt kort fyri ta triðju útvísingina, og so komu spaniumenn upp á javnt og fóru framum við einum 24-23. Men so fekk Ungarn brotskast, og so fingu liðini eitt stig í part.










