Javnt í Sarpugerði

Tað var GÍ, ið legði bragdligari fyri. Longu um hálvan fyrra hálvleik vóru teir á odda 2-0. Fyrsta málið skeyt Sam Jacobsen eftir brotsspark, og síðan Tomasz Sajdak eftir eina hálvbjarging frá VB/Sumba-málverjanum.

Stutt undan hálvleik minkaði Dánjal Jóhan Joensen um munin fyri VB/Sumba, tá ið hann setti bóltin í netið eftir hornaspark.

 

Í seinna hálvleiki vildi hvørki av liðunum trýsta ov nógv. Nógv spæl aftur og fram endaði við, at Birger Jørgensen eftir einum góðum tíma javnaði fyri suðuroyingar. VB/Sumba slapp í mótálop, sum úr høgru varð sent inn til Birger, sum úr stuttari fjarstøðu ikki snávaði.

VB/Sumba hevði góðar møguleikar at avgera dystin móti endanum, men inn fór bólturin ikki.

 

Javnleikur í einum samanumtikið vánaligt leiktum dysti, sum varð darvaður av fríska lotinum.

 

GÍ mátti í hesi atløgu vinka farvæl við fjórða plássið, meðan VB/Sumba má halda seg til orðatakið ´fram kemur tann, ið hóvliga fer´.

Liðini bæði halda summarfrí á ávíkavist 5. og aftasta plássi.