Javnt í oddadystinum

Sumba-FSV 2-2 (1-2):
Vágamenn vóru tíðliga á odda við tveimum málum, men sumbingar treiskaðust og vunnu kortini annað stigið

2. deild

Talan var um rættiligan oddadyst á Krossinum suðuri í Sumba leygardagin. FS Vágar, sum nú hevur tikið seg fram á væntaða oddasessin, vitjaði Sumba, sum í flestum av teimum undanfarnu sjey umførunum hevur átt oddasessin.

Kundu avgjørt
Fyrstu løtuna av dystinum var tó ikki so nógv, sum bendi á, at hetta vóru tvey lið, sum vóru hampuliga jøvn í styrki. Gestirnir settu seg nevnliga á dystin alt fyri eitt, og tað var eisini skjótt, at hetta gav úrslit.
Eftir at bólturin varð sendur innfyri málið hjá Sumba, trokaðust menn eitt sindur aftur og fram. Endin varð, at bólturin støkk út til Bjarna Prior, og uttan stórvegis himpr smekkaði hann til av brotsteigarmarkinum, og so var 1-0.
Málið fekk á ongan hátt gestirnir at taka tað meira róligt. Teir hildu á við at trýsta, og eftir eitt sera vakurt álop kundu teir um miðjan hálvleikin økja til 2-0, tá alt endaði við, at Ruslan Screlea gjørdist púrasta einsamallur í brotsteiginum, og lyfti upp um málverjan, tá hesin kom út.
Við tveimum málum aftan fyri sá alt svart út hjá Sumba, og gestirnir høvdu eisini allar møguleikar at sløkkja alla vón, men hóast einar tríggjar upplagdar málmøguleikar, so eydnaðist teimum ikki at skjóta triðja málið, sum eftir øllum at døma hevði punkterað dystin.

Sluppu í part
Ístaðin var tað Sumba, sum kom inn aftur í dystin. Eftir at gestirnir høvdu fullkomuliga dominerað knappa fyrsta hálva tíman, so tóku teir á heimaliðnum alt meira yvir.
Kanska hildu vágamenn seg longu hava gjørt nóg mikið, og í øllum førum var tað nú soleiðis, at tað vóru heimamenninir, sum vunnu flestu nærdystirnar.
Beint fyri steðgin fingu teir eisini løn fyri stríðið, tó at málið var eitt av teimum heldur tilvildarligu. Hannus Olsen skuldi spæla bóltin aftur til verjuna, men hann gleið, og so gekk skjótt. Jan Poulsen var á bóltinum, og eftir at hava drigið eina ferð við bóltinum smekkaði hann til.
Í seinna byrjaði heimaliðið, har teir sleptu í fyrra. Hóast veðrið ikki var hitt besta, so stríddust teir av fullum huga, og teir fingu eisini einasta málið, sum kom eftir steðgin. Hetta hendi, tá Eirikur Joensen fekk bóltin í vinstru síðu. Hann dróg nakað inneftir, og tá hann so royndi seg tók skotið í verjuleikara, soleiðis at vágamálverjin ikki hevði nakran møguleika at bjarga skotroyndini.

Sterkir á pappírinum
Við einsamalla stiginum tryggjaði Sumba sær, at munurin í oddinum í øllum førum ikki vaks, og mett eftir fyrsta hálva tímanum, so mundu teir eisini vera væl nøgdir um hetta.
Sum dysturin gekk, so kundi tað tó eins væl verið Sumba, sum fór avstað við øllum, so alt í alt mundi javnleikurin tó vera eitt rættvíst úrslit.
Vágamenn iðraðu seg sjálvandi um, at teir ikki megnaðu at binda fyri, tá teir høvdu møguleikan, men teir kundu í øllum førum staðfesta eftir dystin, at teir nú hava leikt flestu av teimum dystunum, sum á pappírinum verða roknaðir sum teir torførastu. Av hinum uppflytingarkandidatunum, er tað bert ÍF, sum vágamenninir resta at vitja, og tí standa teir so avgjørt við bestu kortunum, tá farið verður undir seinnu kappingarhálvu.
Tann dysturin er tó ikki fyrr enn í seinasta umfarinum, tí komandi vikuskifti koma fuglfirðingar á vitjan, og hetta kann væl gerast ein avgerandi dystur fyri teirra viðkomandi. Sumba vitjar tá í Runavík, har heimaliðið eftir eina sera laka byrjan tykist at hava funnið fótafestið, so eisini tað líkist eini spennandi uppgerð.

Dysturin í tølum
Sumba-FS Vágar 2-2 (1-2)
0-1: Bjarni Prior
0-2: Ruslan Screlea
1-2: Jan Poulsen
2-2: Eirikur Joensen