Uppstillingarvalið hjá demokratunum í USA er ikki avgjørt aftan á Super Tuesday, men hjá republikanarunum gerst vinnarin alt meiri greiður Enn er ikki liðugt at telja atkvøðurnar frá uppstillingarvalinum í nátt, men fyribils vísa úrslitini, at Barrack Obama hevur vunnið í sjey statum og Hillary Clinton í seks.
Í løtuni verður talt í Kalifornia, og tá 15 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Hillary Clinton fingið 55 prosent og Barrack Obama 33. Amerikonsku fjølmiðlarmnir eru longu komnir til ta niðurstøðu, at Hillary Clinton fer at vinna í Kalifornia.
Hjá republikanarunum hevur John McCain vunnið í sjey statum, Mike Huckabee í fýra og Mitt Romney í tveimum.