Tað var heimaliðið, sum legði seg framum í fyrra hálvleiki. Anja Klæmintsdóttir, sum var væl fyri henda dagin, skoraði fyrra málið hjá GÍ. HB svaraði tó skjótt aftur, tá dómarin dømdi brotsspark til útiliðið. Eyðvør Thomsen var ósvitaliga trygg frá brotssparksblettinum, og so var 1-1.
Hetta var eisini støðan í steðginum, men HB megnaði at taka leiðsluna stutt inn í seinna hálvleik. Hesuferð var tað Malan á Dunga, ið skoraði málið. Hóast GÍ hevði havt yvirvág í dystinum, var tað nú brádliga HB, sum var frammanfyri.
Hetta var ein dyggur smeitur fyri heimaliðið, sum tó megnaði at reisa seg aftur. Áðrenn GÍ fekk útjavnandi málið misnýttu tær eitt brotsspark.
Anja Klæmintsdóttir var tó enn einaferð uppá spæl, og hon tryggjaði GÍ annað stigið, tá hon skoraði til 2-2.
Hóast GÍ hevði munin, so skapti HB eisini onkran góðan málmøguleika. Eitt nú rakti Eyðfríð Christiansen tvørstongina í einum undirhaldandi og málríkum dysti í Gøtu.
GÍ ? HB 2-2 (1-1)
1-0: Anja Klæmintsdóttir
1-1: Eyðvør Thomsen, br.
1-2: Malan á Dunga
2-2: Anja Klæmintsdóttir