Javnt í Irak

Uppteljingin aftan á tjóðartingsvalið í Irak seinasta vikuskiftið bendir á, at tað er rættiliga javnt millum núverandi og fyrrverandi forsætisráðharran. Tá 30 prosent av atkvøðunum vóru taldar, var Nuri al-Maliki, forsætisráðharri, á odda í teimum báðum shiamuslimsku landspørtunum har suðuri í landinum.

Har norðuri í landinum er fyrrverandi forsætisráðharrin Iyad Allawi á odda í tveimum landspørtum.

Í tí kurdiska økinum hava teir kurdisku flokkarnir fingið tær flestu atkvøðurnar.

Uppteljingin skal verða liðug tann 18. mars, men tað kunnu ganga vikur, til úrslitið kemur, skrivar AFP.