Javnt í hendingaríkum ?El Clasico?

Tvey brotsspørk, sjey gul kort, eitt reytt kort og massar av dramatikki var á skránni í ?El Clasico?, sum endaði við 1-1 javnleiki. Leingi sá út til, at Barcelona fór at vinna ?El Clasico? uppgerðina. Lionel Messi legði Barcelona á odda við brotssparki, samstundis sum Real Madrid fingu ein mann útvístan. Men stutt fyri tíð fekk Real Madrid brotsspark og Cristiano Ronaldo javnaði. Fyrsta av fýra ?El Clasico? upp á bara 18 dagar er av.

 

José Mourinho segði undan dystinum, at hann hevði vant sínar leikarar at verða tíggju á vøllinum. Í fleiri av dystinum, har José Mourinho hevur verið venjari hjá mótstøðuliðnum hjá Barcelona, hevur liðið hjá honum fingið reytt kort. Hóast hetta mundi verða ein speisk viðmerking rætta móti dómarinum, og rætt fekk hann.

 

Real Madrid stillaði verjukent upp við miðverjanum, Pepe, á miðvøllinum. Fyrri hálvleikur var eisini nógv merktur av verjukenda útgangsstøðinum hjá Real Madrid og fáir møguleikar vóru. Lionel Messi var leysur ígjøgnum eina ferð, men Iker Casillias bjargaði. Real Madrid var eisini framvið, men Victor Valdes var tryggur í Barcelona málinum.

 

Seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal, tá Barcelona fekk brotsspark. David Villa varð hálaður niður í brotsteiginum og dómarin bríkslaði fyri brotssparki og gav Real Madrid verjuleikarinum, Raul Albiol, reytt kort. Lionel Messi skoraði upp á brotssparkið. Hetta var somuleiðis fyrstu ferð, at Lionel Messi hevur skorað, tá hann hevur spælt móti einum liðið stjórnað av José Mourinho.

 

Leingi sá út til at Barcelona fór at vinna, men átta minuttir fyri tíð var Marcelo feldur í Barcelona brotsteiginum. Cristiano Ronaldo umsetti til mál og skoraði sítt mál nummar 41 í ár.

 

Dysturin var merktur av nógvum gulum kortum og fríspørkum. Tað vóru eisini aðrir møguleikar í dystinum har millum annað Ronaldo rakti stongina og Xavi tvørstongina. Javnleikurin er eitt góðkent úrslit fyri Barcelona, tí teir eru framvegis átta stig fremst í La Liga. Liðini hittast aftur 20 . apríl í finaluni í steypakappingini og aftur í Champions League hálvfinalunum komandi vikurnar.

 

Real Madrid ? Barcelona 1-1

0-1 Lionel Messi, 53 br

1-1 Ronaldo, 82 br

Reytt kort: Raul Albiol, 52