Javnt í ferðmiklari grannauppgerð

Grannauppgerðin í Liverpool millum Everton og Liverpool endaði við 2-2 javnleiki. Liverpool var eitt skifti á odda við tveimum, men Everton svaraði skjótt aftur. Øll málini komu í fyrra hálvleiki.

 

Dysturin byrjaði við buldur og brak og longu aftaná eitt korter kom Liverpool á odda. Luis Suarez skjeyt úr spískum og umvegis eitt Everton bein fór bólturin í mál. Bara fimm minuttir seinni var Luis Suarez aftur upp á spæl. Steven Gerrard sendi eitt fríspark innfyri. Luis Suarez var fyrstur og beindi bóltin í málið til 2-0.

 

Síðani vaknaði Everton. Fyrst minkaði Leon Osman um munin, tá hann fekk fatur á bóltinum uttanfyri brotssteigin. Miðvallarin smekkaði til og millum fleiri reyðar og bláar leikarar endaði bólturin í málinum.

 

Tiggju minuttir fyri hálvleik kom so útjavnandi málið. Marouane Fellaini legði bóltin innfyri til Steven Naismith sum tætt undir málinum kundi seta fótin á og javna.

 

Liverpool skifti bæði Suso og Nuri Sahin út í hálvleikinum og sendi Sebastian Coates og Jonjo Shelvey á vøllin. Tað var eins ferðmikið í seinna hálvleiki, men ikki líka nógvir møguleikar. Liverpool fekk bóltin í Everton málið í yvirtíðini, men tað bleiv kolldømt fyri rangstøðu. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at talan ikki var um rangstøðu. Tað endaði við, at einki mál kom í seinna hálvleiki.

 

Við javnleikinum kemur Everton upp á fjórða pláss, meðan Liverpool liggur nummar 12.

 

Premier League:

 

Everton – Liverpool 2-2 (2-2)